Copy
Innbjóðing til Aðalfund 2015
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Vælkomin til Aðalfundin 12. mars 2015.

Kæru limir í Føroyska Bíbliufelagnum.

Árligi aðalfundurin hjá Bíbliufelagnum verður hóskvøldið 12. mars 2015 kl. 19.00 í Kelduni, Skálafirði.
 

Skráin á aðalfundinum er sambært viðtøkunum:

a. Velja fundarstjóra og fundarskrivara.

b. Leggja fram og góðkenna ársfrágreiðing.

c. Leggja fram og góðkenna ársroknskap.

d. Velja og góðkenna stýrislimir.

e. Velja løggildan grannskoðara.

f. Viðgera innkomin uppskot.

g. Áseta limagjaldið.

h. Ymiskt.

Allir limir, ið hava goldið árliga limagjaldið, hava uppskots- og atkvøðurætt á aðalfundi. Uppskot skulu vera formanninum í hendi eina viku fyri aðalfund, eisini uppskot um nevndarlim. Uppskot um lógarbroytingar skulu vera formanninum í hendi tvær vikur fyri aðalfund.

Viðtøkur felagsins kunnu lesast á heimasíðuni www.biblia.fo

Klokkan 20.00 verður almennur fyrilestur í Kelduni við fyrrverandi musliminum, nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni, Massoud Fouroozandeh. Evnið verður: ”Frá islam til Kristus”.

Veri væl møtt.

Føroyska Bíbliufelagið

Bergur D. Joensen, formaður

 

Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg her.
Vitja heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo.


Copyright © 2015 Føroyska Bíbliufelagið, All rights reserved.

Formaður: Bergur Debes Joensen
Skrivari: Ásbjørn Jacobsen

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur