Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Tíðindabræv frá Bíbliufelagnum 14. apríl 2016

Bíbliufelagið fingið sjálvstøðugan limaskap í Sameindu Bíbliufeløgum

30. mai 2013 tók stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið eitt týðandi stig: At gerast sjálvstøðugt bíbliufelag við altjóða rætti og skyldum.

Henda dag varð umsókn send Sameindu Bíbliufeløgum, (United Bible Societies - UBS), við áheitan at gerast sjálvstøðugur limur. Síðan tá hevur gott og áhugavert samskifti verið okkara millum, sigur Bergur D. Joensen, formaður í Føroyska Bíbliufelagnum.

Á árliga limafundinum í Christianskirkjuni í Klaksvík 12. apríl 2016 varð kunngjørt, at Føroyska Bíbliufelagið er vorðið góðkent sum sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum saman við 118 øðrum londum. Sagt verður, at Føroyar er minsta limalandið í UBS-felagsskapinum.

Skrivlig váttan um hetta kom við telduposti týsmorgunin 12. apríl, tá ið Pastor Dr. Rudi Zimmer, formaður í altjóða ráðnum, sendi Føroyska Bíbliufelagnum formelt bræv, har hann kundi staðfesta føroyskan limaskap í UBS.

Í mai í ár skipar UBS fyri stórum heimsfundi fyri limalondunum. Fundurin verður í Philadelfia í USA. Ætlanin er, at tvey umboð fyri Føroyska Bíbliufelagið verða við á fundinum, ið er 6. hvørt ár. Skift verður millum limalondini.

Í heyst verður Føroyska Bíbliufelagið á fyrsta sinnið vertur fyri fundi í Føroyum fyri norðurlendsku bíbliufeløgini.

Stuðul til Føroyska Bíbliufelagið

Ynskja tygum at stuðla Føroyska Bíbliufelagnum við eini peningagávu, kann hetta gerast
við at flyta pening á niðanfyri standandi konti:

  • BankNordik 6460-382.873.7
  • Eik Banki 9181-380.777.2
  • Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
  • Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

Minst til at viðmerkja: Gáva.

Trýst her um tygum ynskja at geva mánaðargávu.

Trýst her, um tygum ynskja at stuðla ávísa verkætlan.

Hjartans tøkk fyri stuðulin!

Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg her.
Vitja heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo.


Copyright © 2016 Føroyska Bíbliufelagið, All rights reserved.
Tíðindabrævið verður sent limum felagsins og áhugaðum.

Postadressa:
Føroyska Bíbliufelagið
Áargarður 15
FO-520 Leirvík
Faroe Islands
 
Formaður: Bergur Debes Joensen
Aðalskrivari: Ásbjørn Jacobsen

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur