Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Tíðindabræv frá Bíbliufelagnum 19. desember 2014

Jólaheilsan frá Bíbliufelagnum

Til limir og stuðlar hjá Bíbliufelagnum!

Tað er okkum ein stór gleði at vera saman við tykkum í felags bíbliuarbeiði okkara! Vit bjóða nú umframt ta gomlu eina nýggja app ókeypis á nýggju heimasíðu okkara. Les meira...

Bíbliulesiætlan 2014-15 er komin út

Í tí skundmikla gerandisdegnum kann tað vera trupult at fáa lisið so nógv í Bíbliuni, sum ein gjarna vildi. Um tær tørvar eitt amboð til at skipa tín bíbliulestur, er Bíbliulesiætlanin nakað fyri teg. Les meira...

Jólagáva til Bíbliufelagið

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri verkætlanum. Tvær nýggjar týðingar av Nýggja Testamenti eru ávegis. Eisini ynskja vit, eftir førimuni, at hjálpa teimum ið onga Bíbliu eiga. Tí loyva vit okkum at biðja um eina góða jólagávu frá vinum okkara. Les meira...

Jógvan Fríðriksson skrivar um Pætur

Havi alt mítt lív verið hugtikin av Pæturi. Sum yngri dámdi mær væl at hoyra frásagnirnar um tann djarva mannin, ið steig út úr bátinum og fór til gongu eftir vatninum til tess at møta Jesusi. Les meira...

Dánial á Dul Jacobsen skrivar um Paulus

Havi alt mítt lív verið hugtikin av Pæturi. Sum yngri dámdi mær væl at hoyra frásagnirnar um tann djarva mannin, ið steig út úr bátinum og fór til gongu eftir vatninum til tess at møta Jesusi. Les meira...

Ann Dahl Hansen skrivar um Mariu Magdalenu

Kvinnan úr býnum Magdala, Maria Magdalena, hevur altíð hugtikið meg. Fyrst og fremst er tað leiklutur hennara sum fyrsta vitni til Jesu uppreisn. Les meira...

Ber vón til heimsins flóttafólk

Eftirspurningurin eftir Bíbliuni er stórur millum heimsins flóttafólk. Sambært Flóttafólka-hákommissariatunum hjá SN UNHCR eru fleiri enn 51 milliónir menniskju flóttar í hesum heimi. Talið er tað hægsta síðan Seinna heimsbardaga. Les meira...

Les og lurta eftir Bíbliuni

Nú kanst tú eisini lurta eftir Bíbliuni á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum. Tú kanst lesa og lurta við teldu, fartelefon og teldil. Eisini ber til at heinta kapitlar sum mp3 fílar, stilla lesiskjótleikan og mang annað. Les meira...

Bókasølan hjá Bíbliufelagnum

Nú ber til at keypa Bíbliur og aðrar bøkur á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum. Vit hava Bíbliur í ymiskum sniðum, støddum og prísum. Les meira...
Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg her.
Vitja heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo.


Copyright © 2014 Føroyska Bíbliufelagið, All rights reserved.

Formaður: Bergur Debes Joensen
Skrivari: Ásbjørn Jacobsen

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur