Mín leið frá Islam til Kristus
Klokkan 20.00 verður almennur fyrilestur í Kelduni við Massoud Fouroozandeh, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni. Massoud er ein spennandi persónur. Hann er føddur í Teheran í Iran í 1970 og er fyrrverandi muslimur. Sum blaðungur drongur flýddi hann úr Iran eftir kurdisku fjøllunum, skaddur og á tveimum høkjum, til Turkalands og víðari til Danmarkar, har hann gjørdist kristin og fór at lesa gudfrøði.
Høvi verður at seta spurningar og at keypa bøkur. Eisini verður innsavnan til arbeiðið hjá Bíbliufelagnum.
|