Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Tíðindabræv frá Bíbliufelagnum 26. november 2014

Jólagáva til Bíbliufelagið

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri verkætlanum. Tvær nýggjar týðingar av Nýggja Testamenti eru ávegis. Eisini ynskja vit, eftir førimuni, at hjálpa teimum ið onga Bíbliu eiga. Tí loyva vit okkum at biðja um eina góða jólagávu frá vinum okkara. Les meira...

Bíbliulesiætlan 2014-15

Bíbliulesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum. Endamálið við Lesiætlanini er at opna og breiða tekstir úr Bíbliuni út. Les meira...

Tvær nýggjar týðingar

Bíbliufelagið arbeiðir við tveimum nýggjum týðingum av Nýggja Testamenti. Hans J. Joensen, biskupur, hevur týtt Nýggja Testamenti úr grikskum. Hin týðingin er danska "Den Nye aftale", ið er serliga ætlað ungum og bíbliufremmandum. Heri Tróndheim týðir... Les meira...

Les og lurta eftir Bíbliuni

Nú kanst tú eisini lurta eftir Bíbliuni á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum. Tú kanst lesa og lurta við teldu, fartelefon og teldil. Eisini ber til at heinta kapitlar sum mp3 fílar, stilla lesiskjótleikan og mang annað. Les meira...

Bíbliur til Barnaheim í India

Bíbliur til børnini í einum barnaheimi í India, er fyrsta verkætlan uttanlands hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Hjálp okkum at geva teimum Guds orð á sínum egna máli. Les meira...

Ber vón til heimsins flóttafólk

Eftirspurningurin eftir Bíbliuni er stórur millum heimsins flóttafólk. Sambært Flóttafólka-hákommissariatunum hjá SN UNHCR eru fleiri enn 51 milliónir menniskju flóttar í hesum heimi. Talið er tað hægsta síðan Seinna heimsbardaga. Les meira...

Bókasølan hjá Bíbliufelagnum

Nú ber til at keypa Bíbliur og aðrar bøkur á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum.Vit hava Bíbliur í ymiskum sniðum, støddum og prísum. Les meira...
Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg her.
Vitja heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo.


Copyright © 2014 Føroyska Bíbliufelagið, All rights reserved.

Formaður: Bergur Debes Joensen
Skrivari: Ásbjørn Jacobsen

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur