Vælkomin til limafund 12. apríl 2016 í Klaksvík
Kæru limir í Føroyska Bíbliufelagnum!
Árligi limafundur felagsins verður týskvøldið 12. apríl 2016 kl. 20.00 í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, Klaksvík.
Skráin á limafundinum er sambært viðtøkunum:
1. Velja fundarstjóra og fundarskrivara.
2. Frágreiðing frá arbeiðinum og framtíðarætlanir.
3. Kunning um fíggjarviðurskifti.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Velja tveir stýrislimir (triðja hvørt ár).
6. Ymist.
Allir limir, ið hava goldið árliga limagjaldið, hava atkvøðurætt á limafundinum við einari atkvøðu hvør. Avgerðir á limafundinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Stýrið ger av, hvussu atkvøtt verður.
Viðtøkur felagsins kunnu lesast á heimasíðuni www.biblia.fo
Til ber at seta seg sum lim á limafundinum ella her.
Eftir limafundin verður orðaskifti um tørv og framtíðarætlanir hjá Bíbliufelagnum. Upplegg til orðaskifti við Hallgerð Akurstein.
Veri væl møtt.
Bergur D. Joensen Ásbjørn Jacobsen
formaður aðalskrivari
|