Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Tíðindabræv frá Bíbliufelagnum 22. desember 2015

Jólaheilsan frá Bíbliufelagnum

2015 hevur verið eitt ár, har neyðin hevur verið stór í heiminum. Kríggj, yvirgangur, hóttanir, náttúruvanlukkur og flóttafólk í túsundatali floyma til Evropa at finna sær friðskjól. Les meira...

Bíbliulesiætlan fyri 2015-16 er komin út

Um tær tørvar eitt amboð til at skipa tín bíbliulestur, er Bíbliulesiætlanin nakað fyri teg. Bíbliulesiætlanin í ár er sera áhugaverd, tí um tú tey næstu árini fylgir ætlanini, kemur tú ígjøgnum Bíbliuna eftir 4 árum. Av sonnum ein spennandi ferð! Les meira...

Bíblian - á skjótt 3000 tungumálum

At umseta Bíbliuna til onnur nýggj tungumál gongur støðugt framá. Skjótt er talið av Bíbliupørtum skrivaðar á 3000 tungumálum. Leita og finn nýggjastu tølini her! Les meira...

Horvna Bíblia mín, var sum at missa ein part av sær sjálvum

Steen Skovsgaard, biskupur, yvir Lolland-Falsters Stift, lesur hvønn dag tvær síður úr Bíbliuni; og Bók Bókanna ger hann ófarnan hvørja ferð. Henrik Christiansen, fyrrverandi biskupur, hevði hesa áminning: Les hvønn dag tvær síður - og tú kemur ígjøgnum alla Bíbliuna eftir trimum árum. Les meira...

Bíblian lisin í einum høggi

Bíblian er vorðin týdningarmikil bók hjá mongum ukreinbúgva. Kirkjugongdin er týðiliga vaksin síðan kreppuna, og eftirspurningurin eftir Bíblium er í nógvum kirkjum týðiliga vaksin. Les meira...
Eskja til bíbliuvers

Bíbliufelagið hevur latið gjørt eskjur til bíbliuvers. Eskjan hevur ein vakran reyðan lit og kann standa ella hanga í forkirkjuni og í missións- og samkomuhúsum o.a.

Í hvørjum bunti av bíbliuversum eru umleið 250 kort við ymiskum bíbliuversum. Les meira...

Limagjaldið fyri 2015

Minnist til at gjalda limagjaldið fyri 2015. Árliga limagjaldið verður ásett á limafundinum og er kr. 200,00. Føst flyting tryggjar, at limaskapurin verður varðveittur. Les meira...

Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg her.
Vitja heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo.


Copyright © 2015 Føroyska Bíbliufelagið, All rights reserved.

Formaður: Bergur Debes Joensen
Aðalskrivari: Ásbjørn Jacobsen

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur