Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Tíðindabræv frá Bíbliufelagnum 21. mai 2015

Hvítusunnudag hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í kirkjunum kring landið.

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum. Millum hesar verkætlanir eru tvær nýggjar týðingar av Nýggja Testamenti. Hans Jacob Joensen er í løtuni í ferð við at umseta Bíbliuna av nýggjum. Týðingin av Nýggja Testamenti er liðug og er nú til rættlestur.

Danska Bíbliufelagið hevur givið út nýggja týðing av Nýggja Testamenti: "Den Nye Aftale". Týðingin, ið serliga er ætlað teimum ungu og bíbliufremmandu, hevur fingið sera góða undirtøku í Danmark. Føroyska Bíbliufelagið hevur sett sær fyri, at umseta hesa bókina til føroyskt. Heri Tróndheim hevur játtað at umseta.

Føroyska Bíbliufelagið hevur eisini stuðlað børnum á einum Barnaheimi í India, við at geva teimum bíbliur og barnabíbliur.

Eisini verður arbeitt við at fáa sjálvstøðugan limaskap í Sameindu Bíbliufelagnum – UBS, saman við umleið 146 øðrum limalondum.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er annars, at skipa fyri at týða Bíbliuna og partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum lóggildu.

Harafturat arbeiðir Bíbliufelagið fyri at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesna og bíbliukunnleika, eins og at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum.

Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Les meira um Bíbliufelagið... www.biblia.fo

Bókasølan hjá Bíbliufelagnum

Nú ber til at keypa Bíbliur og aðrar bøkur á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum.Vit hava Bíbliur í ymiskum sniðum, støddum og prísum. Les meira...
Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg her.
Vitja heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo.


Copyright © 2015 Føroyska Bíbliufelagið, All rights reserved.

Formaður: Bergur Debes Joensen
Aðalskrivari: Ásbjørn Jacobsen

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur